Fólk eiga at verða hoyrd

Fólk eiga at verða hoyrd
Ein høvuðsatfinning frá brekrættindnevndini hjá ST um føroysk viðurskifti er, at fólk, ið bera brek, skulu hoyrast, tá arbeitt verður við umstøðum, sum viðvíkja tey
17.09.2024 - 19:19

Fólk, ið bera brek, vóru ikki hoyrd, tá stuðul til heilivág broyttist, tá stuðul til bilar var tikin av ella tá lestrarstuðul til lesandi, sum bera brek, skuldi strikast. Tað vísir Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, á. Vit tosa við hana í samband við, at brekrættindanevndin hjá ST er komin við 17 síðum av tilmælum og niðurstøðum um viðurskiftini hjá teimum, ið bera brek í Føroyum.

Tilmælini koma, eftir at MEGD, sum umboðar 4.000 føroyingar, í augustmánaði var í Geneve til hoyringar hjá brekrættindanevndini hjá ST.

MEGD hevur sent niðurstøðurnar frá brekrættindanevndini hjá ST víðari til landsstýrið. 

Niðriundir eru nøkur av tilmælunum frá brekrættindanevndini hjá ST:

• at rættindi at verða hoyrd verða staðfest í lóggávu

• at nøktandi fígging verður veitt fyri at styrkja arbeiðið í limafeløgum hjá fólki, ið bera brek

• at langtíðar brekpolitisk virkisætlan verður gjørd við nøktandi fígging

• at seta í gildi nýggja víðfevnda tvørgeira lóg, sum bannar allan mismun vegna brek, sum ásetir krav um rímiliga tillaging

• at tvørgeira menningarætlan verður gjørd, sum skal forða fyri stovnsgerð fyri fólk, ið bera brek. 


 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737