Kom við á síðsta túrin hjá línuskipinum Helenu

Kom við á síðsta túrin hjá línuskipinum Helenu
Alt verður riggað til, Helena verður sleipað út á Borðoyarvík, og síðani verða ventilarnir latnir upp, og 60 ára gamla línuskipið fer niður á sítt síðasta hvíldarstað
04.09.2024 - 11:45

Tað var bæði við spenningi og sorgblídni, at línuskipið Helena, ið er gamli Nónhamar, bleiv søkt. 

Myndamenninir Bárður Lydersen og Ólavur Wolles vóru við á síðstu ferðini hjá Helenu, ið nú liggur á 15 til 30 metra dýpi á Borðoyarvík, 150 metrar úr kaiini á Norðoyri. 

Góð 75 tons av tilfari vóru tikin úr skipinum, áðrenn tað varð søkt. 

Helena liggur nú vestan fyri vrakið av útróðrarbátinum Reynsmúla, sum fyri nøkrum árum síðani var søktur á 15 metra dýpi.

Vrakini skulu brúkast at kava niður á.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981