Turrdokk fyri 100 til 200 milliónir

Turrdokk fyri 100 til 200 milliónir
Nýggja turrdokkin hjá Mest á Skála kostar millum hundrað og tveyhundrað milliónir krónur
30.08.2024 - 19:20

Eftir sjey ár og fleiri broytingar er nú endiliga klárt at fara í gongd at gera turrdokkina á Skála.

Talan er um eina stóra verkætlan, sum nógv fólk hava mótmælt, og sum fleiri ferðir er broytt. 

Í 2017 ætlaði Mest at gera ein innilokaða dokk, sum skuldi vera yvir 40 metrar høg og 129 metrar lang. Hetta fekk øði í skálafólk.

Í 2020 broytti Mest ætlan. Nú skuldi ein dokk gerst á Tjørnunesi, norðanfyri bygdini Undir Gøtueiði.

Í 2021 broyttust ætlanirnar aftur. Nú skuldi ein dokk gerast afturat verandi dokk á Skála. Hesaferð skuldi hon ikki innilokast. Hon skuldi vera 25 metrar norðanfyri verandi dokk. 

Í 2023 vóru ætlanirnar aftur broyttar. Nú var kajkanturin fluttur 50 metrar út í sjógvin. Tað er henda verkætlanin, sum Mest fekk endaligt byggiloyvi til í gjár.


Øll uttan Norrøna

Tað er Articon, sum skal gera dokkina. Eftir ætlan verður spakin settur í í heyst og hon verður liðug í 2026.

- Prísurin verður yvir hundrað milliónir, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest.

Øll tey føroysku skipini passa í dokkina, tað er bara Norrøna, ið ikki passar inn.

Tá ið nýggja dokkin verður tikin í nýtslu, væntar Mourtitz Mohr, at Mest hevur tørv á 60 til 70 starvsfólkum afturat. 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183970
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825