- Tíðindi, mentan og ítróttur
Appilsinguli liturin er komin fyri at vera
Tá Mirjam Carlsen av fyrstan tíð sá tað, sum sá út til at vera ein appilsingul troyggja frá 1807 í Degi og viku, fór hon beint í holt at gera bindiprøva. Úrslitið bleiv ein troyggja við serstaka appilsingula litinum og gamla mynstrinum til dóttrina.
Men so vísti tað seg, at liturin av misgávum sá øðrvísi út á sjónbandi, tí 200 ára gamla troyggjan er í veruleikanum reyð.
Henni dámar væl at royna ymsar litir til føroysku klæðini. Fyri 20 árum síðani bant hon til dømis dóttrini føroysk klæði í lilla. Og nýggjasta plaggið við øðrvísi liti hevur røtur í gamlari søgu hjá Skraddar Debess
Tað hevur tó týdning, at tað hevur røtur í siðvenjuni, um tú velur at broyta okkurt, heldur Mirjam Carlsen.
Og týdningarmest av øllum er, at tann, ið ber klæðini, klæðir tey.