OL-rógvararnir: Sára Maria og Sverri hvør sítt útgangsstøði

OL-rógvararnir: Sára Maria og Sverri hvør sítt útgangsstøði
Sára Maria Johansen og Sverri Sandberg Nielsen eru í løtuni í Portugal og fyrireika seg til Olympisku leikirnar í París, har føroyingarnir hava hvør sítt útgangsstøði
21.07.2024 - 23:41

Hon er fesk, spent og gleðir seg til sínar fyrstu leikir. Hann hevur prøvað tað fyrr, og fer til París at gera eina seinastu roynd í einskullaranum.

Rógvararnir Sára Maria Johansen og Sverri Sandberg Nielsen eru í løtuni á venjingarlegu í Portugal, har tey leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til Olympisku leikirnar. Um nakrar dagar gongur leiðin til franska høvuðsstaðin, har føroyingarnir báðir hava hvør sítt útgangsstøði.

 - Hetta er at liva dreymin. Tað er fantastiskt, so okur njóta at vera í tí, og so arbeiða vit mega hart fyri tí her á venjingarleguni, áðrenn okur fara avstað til París, sigur Sára Maria Johansen, sum er partur av danska áttaranum.


Sára Maria Johansen er á venjingarlegu í Portugal saman við øllum tí danska OL-róðrarhópinum.

 

Sára Maria Johansen er roynd kappróðrarkvinna, men tá talan er um skullararógving, telist hon millum tær nýggjastu umborð. Hon byrjaði við OL-disiplinini fyri bert tveimum árum síðani.

 - Eg havi altíð róð í Føroyum, og hugsaði, at eg skuldi prøva okkurt í tí danska róðrarheiminum, og bleiv so partur av hesi verkætlanini í november í fjør, greiðir hon frá.

14 rógvarar vóru bodnir við í verkætlanina, sum í roynd og veru siktaði meir eftir OL í 2028 enn til leikirnar í summar. Venjingarlegur vóru á skránni í januar og februar, áðrenn báturin varð endaliga mannaðu í mars. So mikið væl gekst, at áttarin róði seg til OL, tá kapping var í Lucerne í mai.

 - Tað er surrealistiskt og fantastiskt, at vera komin so langt so skjótt. Tað er tann villasti dreymurin, faktiskt.

 

Miðvingurin aftur á OL-vatni

Meðan Sára Maria Johansen enn livir óspilta dreymin, er Sverri Sandberg Nielsen onkursvegna skjótt aftur har, sum hann upplivdi sínar OL-heiðursmerkjadreymar syndrast fyri trimum árum síðan.

Í Tokyo var miðvingurin 15 hundraðpartar av einum sekundi ov stuttur til heiðursmerki, og endaði í fjórða plássi. Hann ætlaði at gevast, men eftir ein steðg, fór hann aftur í einskullaran, og hóast málið framvegis er hitt sama, er nógv kortini øðrvísi.

 - Eg stilli ikki upp til OL við væntan um, at eg komi heim við nøkrum, men eg fari at rógva tað besta, eg kann, og um tað gongur ordiliga væl næsta mánaðin her (á venjingarleguni í Portugal, red.), kann tað gott vera, at eg fái nakrar stuttligar róðrar til OL, sigur Sverri Sandberg Nielsen.


Sverri Sandberg Nielsen trýr framvegis upp á, at hann hevur tað, ið krevst, fyri at kappast um OL-heiðursmerki.

 

Úrslitini í ár hava ikki verið eins sannførandi, sum tey vóru, tá miðvingurin fyrireikaði seg til leikirnar í Tokyo fyri fýra árum síðan, og Sverri Sandberg Nielsen viðgongur, at hann kundi hugsað sær betur róðrar, nú OL nærkast av álvara.

 - Tað er eitt sindur nakað annað nú, men eg trúgvi framvegis upp á, at eg havi tað, sum skal til, fyri at vera við í kappingini um at taka heiðursmerki til OL.

Sí samrøðurnar við OL-føroyingarnar í innslagnum omanfyri.

 

Soleiðis rógva føroyingarnir

M1x, einskullari, menn: Sverri Sandberg Nielsen:

27. juli: Innleiðandi
28. juli: Uppsamling
30. juli: Fjórðingsfinalur
1. august: Hálvfinalur
3. august: Finalur

W8+, kvinnuáttari við róðurskvinnu: Sára Maria Johansen

29. juli: Innleiðandi
1. august: Uppsamling
3. august: Finala

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049

Meira um sama evni