- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótifeðgar á ferð
Tað verða feðgar á ferð av sonnum, tá norðurlandameistarakappingin í skjóting - ella NSR - verður í Danmark seinni í summar.
Jonhard og Bartal Klettheyggj skulu nevniliga báðir umboða Føroyar í greinini OL-trap.
- Nú havi eg verið við til norðurlandameistaraheitið fyrr og eisini til HM, men tá mann so nú fekk møguleika at verða tikin út saman við soninum, sum verður við fyrstu ferð, so er tað ordiliga stuttligt, sigur Jonhard Klettheyggj, sum telist millum royndastu skjúttarnar í Føroyum.
16 ára gamli Bartal , sum bert hevur skotið í fýra ár, er glaður fyri at hava pápa sín við á ferðini, tí so er ikki langt at fara eftir góðum ráðum, um nervarnir gera um seg.
- Sum eg segði fyri trimum árum síðani, so ætlaði eg at sleppa við á føroyska landsliðið í skjóting, og tú verður øgiliga nervøsur av at hugsa tankan at sleppa við, serliga millum teir eldru skjúttarnar, sigur Bartal Klettheyggj.
- Hann hevur skotið so leingi, at har er nógv at læra. So kann hann greiða mær frá, hvussu tað er at vera undir trýstinum, tá eg skal til norðurlandsmeistaraheitini.
Kappingin, sum formliga kallast Nordic Shooting Range, byrjar 31. juli.