Vígdis hevur onga viðmerking

Vígdis hevur onga viðmerking
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag helt kortini tætt at kroppinum, tá hon fór á fund við umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Semingsstovnin fyrrapartin
22.05.2024 - 12:02

Klokkan ellivu fyrrapartin fóru umboð fyri Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag á fund at umrøða sáttmálaspurningin.

Umboð fyri Semingsstovnin vóru eisini við á fundinum.

Havnar Arbeiðskvinnufelag er ikki við í verkfallinum hjá hinum arbeiðarafeløgunum.

Á veg inn í fundarhølið hittu við forkvinnuna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Vígdis Johannesen. Spurd hví, arbeiðskvinnurnar í Havn ikki eru í verkfalli saman við hinum arbeiðarafeløgunum, var svarið stutt og greitt:

"Onga viðmerking."

Terje Sigurðsson, semingsmaður, vil ikki siga, um talan er um eina beinleiðis semingsroynd, men meira um ein fund, har Semingsstovnurin er við fyri at kunna seg um støðuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017