- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjónleikur uttan áskoðarar
Danski sjónleikurin "Ein kengura sum tú" fer enn einaferð á føroyskan pall, men sum tað sær út nú, so verður tað uttan áskoðarar.
Tí enn eru ongi atgongumerki seld til barnasjónleikin um samkyndu kenguruna.
Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, heldur, at leikurin er óhóskandi fyri børn. Tí hevur Miðflokkurin sent eina áheitan til foreldur og lærarar, har tey frámæla øllum skúlum at fara til leikin.
Jesper Frølund Hansen, sum er verkætlanarleiðari fyri barnasjónleikin, vísir hesum aftur. Hansara boðskapur er, at hetta er ein sjónleikur, sum skal vísa børnum, at vit eiga at rúma hvørjum øðrum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, vitjaði í sjónvarpsstovuni.