Fimm vindmyllulundir í fimm ár

Fimm vindmyllulundir í fimm ár
Fimm vindmyllulundir skulu bjóðast út um landið næstu fimm árini, fyri at Føroyar skulu hava varandi orku í 2030. Tað ætlar Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna
16.04.2024 - 19:43

Ein vindmyllulund skal gerast í Porkeri, tað vil siga vaksa um tað, sum longu er har, ein skal gerast í Klivaløgshaga á Sandi, ein á Glyvrafjalli, ein í Junkarahaga í Kvívík, og tann seinasta verður á Vestfelli í Dali. 

SEV og Umhvørvisstovan hava gjørt eina útbyggingarætlan, hvussu vit gerast hundrað prosent grøn í 2030. Men niðurstøðan í útbyggingarætlanini er, at vit bara vera 92 prosent grøn í 2030. Landsstýriskvinnan sær tó ikki so svart upp á tað.

Tað hevur verið málið í fleiri ár, at Føroyar gerast hundrað prosent grønar á landi í 2030. Men við nýggju útbyggingarætlanini vera Føroyar bara 92 prosent grønar í 2030.

Tað er SEV, Kommunufelagið og landsstýrið, sum hava staðið saman um at tíðarfesta útbyggingarætlanina fyri tey næstu fimm árini. Sjálvt um vit hava upplivað fleiri ferðir áður, at vindmylluútbyggingar eru komnar í drag orsaka av kærum og mótmælum, so trýr landsstýriskvinnan, at útbyggingarætlanin við teimum fimm vindmyllulundunum verður veruleiki.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109