Fígging manglar til gongd í haga

Fígging manglar til gongd í haga
Fíggingin manglar í uppskotinum hjá Høgna Hoydal um burðardygga ferðavinnu. Tað heldur Sunda kommuna, sum er ósamd innanhýsis og er komin við tveimum ymiskum hoyringarsvarum
26.02.2024 - 19:25

Ósemja er í býráðnum í Sunda kommunu um uppskotið um gongd í haga.

Átta av býráðslimunum, millum annað Eyðstein Zachariasen, varaborgrstjóri, siga, at tað er landið, sum skal hava uppgávuna at skipa ferðavinnuna.

Hinir tríggir býráðslimir standa aftanfyri skrivið, sum Jógvan Kruse, borgarstjóri, sendi inn.

Tey meta, at kommunan kann taka sær av uppgávuni.

 

Landið má koma við fígging

Báðir partarnir eru samdir um, at lógaruppskotið verður sera kostnaðarmikið fyri Sunda kommunu, sum er næststørst í vídd í landinum.

Trý av teimum mest vitjaðu ferðamálum í landinum eru í Sunda kommunu, Tjørnuvík, Saksun og Gjógv. Tað - saman við øðrum - krevur nógv av kommununi.

Tær 150 krónurnar, sum ferðafólk skulu rinda, tá ið tey koma til landið, fíggja als ikki tær uppgávur, lagt verður upp til, at kommunurnar skulu gera.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168