Skulu bjarga so nógvum bóltum sum gjørligt

bannari
Skulu bjarga so nógvum bóltum sum gjørligt
Samspælið millum málverjarnar hjá Føroyum er gott. - Vit tosa nógv saman, hyggja nógv at video saman og analysera mótstøðuleikararnar saman, sigur Pauli Jacobsen
10.01.2024 - 13:37

Tveir málverjar eru við í føroyska EM-hópinum í Týsklandi.

Samspælið millum teir báðar, Paula Jacobsen og Nicholas Satchwell, er gott, og teir hjálpa hvørjum øðrum, alt teir kunnu.

 - Vit tosa nógv saman, hyggja nógv at video saman og analysera mótstøðuleikararnar saman, sigur Pauli Jacobsen

Teir fingu hvør sín venjingardyst ímóti Belgia í síðstu viku, men roknast kann við, at Pauli Jacobsen stendur í málinum frá byrjan ímóti Slovenia hósdagin.

 - Sama hvør spælir, so bakka vit hvønn annan upp, og vit royna at samstarva somikið væl, at vit kunnu bjarga so nógvum bóltum sum yvirhøvur gjørligt, sigur Pauli Jacobsen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990