- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ásannaði eyðsýndar álopstrupulleikar
Føroyska fótbóltslandsliðið hevur trupult við at hótta mótstøðuliðini í hesi EM-undankappingini, og tað var aftur sjón fyri søgn í tapinum fyri Póllandi á Tórsvølli hóskvøldið.
Størstu føroysku kjansirnir komu eftir tvey frálík horna miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men annars høvdu Føroyar ilt við at skapa vandamiklar støður frammanfyri pólska málinum, og tað ásannaði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eftir dystin.
- Tað eru støður, sum vit hava tosað um, sum ikki eydnast nóg væl. Serliga mangla renningar í álopsspælinum, sum kunnu trýsta mótstøðuliðið aftur og geva okkum kjansir og fleiri deyðbóltar, segði Håkan Ericson eftir 2-0 tapið fyri Póllandi.
Sebastian Szymanski legði Pólland frammum av brotsteigarmarkinum, longu tá ið tríggir minuttir vóru spældir, og so var mótbrekka. Hon gjørdist munandi brattari, tá ið Hørður Askham varð sendur av vølli mestsum beinanvegin eftir steðgin.
Bert seks sekund vóru spæld, tá ið Arkadiusz Milik gjørdist leysur, og AB-verjuspælarin fór í eina takkling. Milik sá ikki út til at vera í javnvág, men dómarin dømdi fríspark og reytt kort, eftir at VAR sendi hann út til skíggjan at hyggja at støðuni.
- Vit eru ikki til reiðar frá byrjan, og tað er alt, alt, alt ov vánaligt og má ikki koma fyri, segði Håkan Ericson.
- Men vit gera nógv rætt í dystinum, serliga fyri steðgin, men eisini í seinna hálvleiki, tá ið vit fáa spælt eitt sindur og skapt onkra støðu.
Hetta var seinasti heimadysturin í EM-undankappingini. Eftir eru útidystir ímóti Kekkia og Albania. Dysturin ímóti Kekkia verður longu sunnudagin, meðan Albania tekur ímóti í november.