U21: Óttast ikki Kroatia

U21: Óttast ikki Kroatia
Hósdagin vann føroyska U21-landsliðið í fótbólti á Hvítarusslandi. Í annaðkvøld er aftur EM-undankappingardystur, tá Kroatia vitjar við Djúpumýru í Klaksvík
11.09.2023 - 16:00

Jørgen Nielsen er glóðheitur undan vitjanini av Kroatia við Djúpumýrar týskvøldið.

Hósdagin skeyt hann ikki færri enn trý mál, tá U21-fótbóltslandsliðið vann 3-2 á Hvítarusslandi.

 - Hann hevði eini tríggjar, fýra støður, sum hann loysti ófatiliga væl, sigur U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein.

 - Hann vísti ordiliga klassan og var ein avgerandi orsøk til, at vit vunnu dystin.


Óttast ikki Kroatar

Sum skilst eru færri enn 100 atgongumerki eftir til EM-undankappingardystin í morgin, og millum annað dyggi stuðulin við Djúpumýrar ger, at føroyingarnir ikki óttast kroatisku vitjanina.

Kortini vænta føroyingarnir ein dyst, sum líkist honum ímóti Hvítarusslandi - bara ímóti einum munandi betri liði.

 - Vit eru her í Klaksvík, vit spæla á okkara undirlagi og i okkara veðurlagi, so vit eru klárir til at stríðast ímóti Kroatia, sum er eitt sterkt lið, og eitt gott avrik kann altíð hava við sær eitt gott úrslit, sigur Eyðun Klakstein.

 - Vit fara sjálvandi at royna at mynda dystin so nógv, sum vit kunnu við okkara spæli og kontraálopum. Vit meta eisini, at vit kunnu spæla upp ímóti teimum við bóltinum, sigur Jørgen Nielsen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV