Peter Schmeichel: "Hans Marius Ziska er eitt stórt tónlistafólk"

Peter Schmeichel: "Hans Marius Ziska er eitt stórt tónlistafólk"
VIDEO: Flest fólk kenna Peter Schmeichel sum ein av bestu fótbóltsmálverjunum, ið hevur livað. Men foreldrini ætlaðu altíð, at hann skuldi gerast tónleikari
21.07.2023 - 22:35

Føroyingar kenna nokk best Peter Schmeichel við einum fótbólti í hondunum. 

Heimskendi málverjin, sum í nítiárunum vardi málið fyri bæði enska stórfelagið Manchester United og danska landsliðið, vitjar í Føroyum. 

Men nú er tað við ljóðførum í hondunum, tí Peter Schmeichel og bólkurin The Ones fara á pallin í sambandi við Tórsfest í annaðkvøld. 

The Ones er mannað við limum úr kenda danska bólkinum Magtens Korridorer. 

 

Skuldi vera tónleikari

Hóast fólk ikki seta Peter Schmeichel í samband við tónleik, so er tónleikur á ongan hátt fremmandur fyri heimskenda danan. 

"Pápi mín var útlærdur tónleikari frá danska tónlistaháskúlanum, og bæði hann og mamma ætlaðu, at eg skuldi gerast tónleikari," greiddi Peter Schmeichel frá, tá ið hann og Niklas Schneidermann úr The Ones vóru gestir í sendingini Vikuskiftið. 

Peter Schmeichel greiddi eisini frá, at hann er vorðin fjeppari av tónleikinum hjá Mariusi Ziska, og at hann hevur verið og vitjað Hans Marius Ziska í upptøkuhølum hansara í Søldarfirði. 


Peter Schmeichel (í miðjuni) á vitjan í upptøkuhølunum hjá Hans Mariusi Ziska (til høgru) í Søldarfirði. Til vinstru á myndini er tað tónleikarin Magnus Johannesen

Sí videobrot úr samrøðuni við Peter Schmeichel í Vikuskiftinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835