G!: Heimsstjørna spælir konsert í Gøtu kirkju

G!: Heimsstjørna spælir konsert í Gøtu kirkju
Størsta stjørnan á G! í ár, Yann Tiersen, spælir konsert í Gøtu kirkju í kvøld klokkan 19
15.07.2023 - 13:00

Yann Tiersen

Um navnið ikki sigur tær nakað, so kennir tú kanska filmin um "Amélie" ella "Good Bye, Lenin!".

Yann Tiersen hevur skrivað tónleikin til báðar filmarnar "Amélie" og "Good Bye, Lenin!". 

Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so er Yann Tiersen  ein heimsstjørna. 

Uttan iva kendasti maður, ið er partur av G! í ár. 

Og Yann Tiersen spælir konsert í Gøtu kirkju í kvøld, leygarkvøldið, klokkan 19. 

 

Við sær hevur hann føroysku tónleikararnar Ólavur Jákupsson og Jens L. Thomsen, ið báðir hava spælt saman við Yann Tiersen í nógv ár. 

Konsertin er almenn, tað vil siga at hon er eisini fyri onnur enn G!-gestirnar, og við sær á pallin hava teir eisini konu YannKára Sverrisson úr Enekk og Orku. 

Á skránni verður eitt sindur av hvørjum, sigur Yann Tiersen. Bæði tónleikur, ið hann hevur skrivað, men eisini tónleikur hjá Orku.

Yann Tiersen, ið er fransmaður, hevur siglt til Føroya í sambandi við G! festivalin. “Tað er ein øðrvísi og friðarligari máti at fara á konsertferð uppá,” sigur hann.

Sí samrøðuna við Yann Tiersen, ið Róar Mørkøre Hansen gjørdi. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835