- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Ein dreymur hjá FRUM gongur út
Norðurlandahúsið verður í annaðkvøldð umskapað til eitt stórt sansarúm.
Hetta hendir í sambandi við, at tónleikaútgávan "For The Blue Sky" hjá føroysku FRUM, verður sett upp sum ein sonevnd teaturkonsert, ið Búi Rouch hevur leikstjórnað.
Fyri Jenný Kragesteen, sum er listakvinnan handan Frum, er talan um ein dreym, ið gongur út.
"Eg havi altíð droymt um at kunna skapa eina teaturkonsert, har tónleikurin fær nýggjar dimensiónir og verður víðkaður og settur inn í ein nýggjan samanhang. "For The Blue Sky" er ein ferð gjøgnum støður í lívinum. Frá at verða vakin í heiminum, til at fóta sær, snáva, renna, kempa seg ígjøgnum torførar kenslur, sorg og kærleika," greiðir listakvinnan frá.
Luttakarar:
Búi Rouch - leikstjóri
Jenný Kragesteen - leikari
Vár Bech Árting - leikari
Rannvá Gurðrunardóttir Niclasen - leikari
Amie Jammeh - leikari
Hjørtur Háberg - tónleikari
Ólavur Gaard - tónleikari
Ander Bang Rothmann - tónleikari
Jasmin Mote - sangari
Marianna Winther - sangari
Dania O. Tausen - sangari
Katrina Olsen - sangari
Billa Jenný Jónleifsdóttir - visuellur leikstjóri
John Ivar Venned - ljós
Sámal Blak - pallsnið
Theodor Kapnas - ljóð
Rúna Volmarsdóttir Højgaard - samskipari