Kjartan Johansen: "Fantastiskt at sleppa inn at merkja stemningin"

Kjartan Johansen: "Fantastiskt at sleppa inn at merkja stemningin"
Hóast hann ikki skoraði nakað mál og bert var á vøllinum eina løtu, so var Kjartan Johansen sera fegin um at sleppa upp í part eftir ein drúgvan skaðasteðg
26.04.2023 - 22:37

Skaðar darvað Kjartan Johansen nógv seinasta árið, og teir gjørd, at hann ikki fekk verið við í sigrinum móti Rumenia herfyri. 

Tí var tað eyka søtt hjá Kjartani Johansen at sleppa upp í part eina løtu í sigrinum móti Ukraina í kvøld. 

"Tað var heilt fantastiskt at sleppa inn og sleppa at merkja stemningin. Tað er hetta, ið mann livir og spælir fyri," staðfesti Kjartan Johansen eftir dystin. 

Høgri bakkurin á føroyska landsliðnum helt, at føroysku leikararnir vóru betri hondbóltsspælarar enn ukrainsku leikararnir, sum hinvegin vóru kropsliga sterkari.

Kjartan Johansen var tó ikki so áhugaður at tosa um avgerðandi dystin móti Eysturríki sunnudagin. 

"Nú fara vit fyrst at njótan hendan sigurin í kvøld, so hyggja vit upp á Eysturríki, tá tann dysturin nærkast."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981