- Tíðindi, mentan og ítróttur
REILEY: Eurovision-framførslan verður størri og øðrvísi
"Fyrireikingarnar til Eurovision-finaluna ganga væl, men har er langt eftir á mál," sigur Rani Petersen, sum spælir tónleik undir listanavninum Reiley.
Rani Petersen skrivaði føroyska tónleikasøgu, tá ið hann gjørdist fyrsti føroyingur, ið vann sær luttøku til Eurovision-finaluna.
Tað hendi, tá ið Rani Petersen vann danska Melodi Grand Prix við sanginum "Breaking My Heart".
"Showið í Liverpool verður øðrvísi og størri, enn tað var til Melodi Grand Prix. Pallurin í Liverpool er væl størri, og tað ætla vit at gera okkum dælt av," sigur Rani Petersen.
Reiley kann vinna
Í løtuni ferðast Rani Petersen runt í Evropa og hevur undanframførslur av "Breaking My Heart" í stórum Eurovision-londum, eitt nú Spania, Hollandi og Ísrael.
"Breaking My Heart" og Reiley fáa sera góð skotsmál eftir undanframførsluna í Varsjava í Póllandi.
Eitt nú er Eldar Gasimov, sum saman við Nigar Jamal vann Eurovision sangkappingina í 2011 fyri heimlandið Aserbadjan, sannførdur um, at Reiley við "Breaking My Heart" vinnur Eurovision-sangkappingina.
Rani Petersen gleðir seg at koma til Føroya at framføra fyri føroyingum.
"Eg mangli at framføra fyri føroyingum, so tað fari eg at gleða meg til."