Hattrikk til Rógva í Runavík

Hattrikk til Rógva í Runavík
Rógvi Kárason úr Bragdinum rann seg leygardagin til FM á 10 kilometrum, samlaða sigurin í vetrarkappingini og pláss á Oyggjaleikunum í Guernsey í summar
27.03.2023 - 14:33

Rógvi Kárason úr Bragdinum tryggjaði sær leygardagin samlaða sigurin í vetrarkappingini, tá hann vann føroyameistaraheitið á 10 kilometra teininum í Runavík. Harafturat rann hann undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar í Guernsey í summar.

 - Tað er altíð stuttligt at vinna, so kenslan er góð, sigur rennarin úr Bragdinum.

Rógvi Kárason hevur vunnið allar vetrarkappingarnar uttan eina, so tað var ikki óvæntað, at hann legði seg á odda beinanvegin. Bert Hanus í Horni úr Frælsi fylgdi so dánt við Rógva fyrstu løtuna.

 - Eg havi vant øgiliga nógv í vetur, og havi lat meg nógv eftir ferð í staðin fyri mongd. Eg havi vant nógv saman við Halli Holm, og tað hevur givið gott, og hevur verið tað, sum hevur gjørt, at eg havi tikið meg nógv fram í vetur, sigur Rógvi Kárason.

Við tíðini 33.12 rann hann undir oyggjaleikakravið, og skal tískil allarhelst umboða Føroyar á Guernsey í summar. Hetta verða hansara fyrstu Oyggjaleikir, og hann hevur ilt við at meta um, hvat hann skal rokna við.

 - Tað er ringt at siga, tí eg ani ikki, hvar hinir liggja, og eg havi ongantíð verið við fyrr. Eg ætli bara at renna eftir míni egnu ætlan, og so mugu vit síggja, hvar hinir liggja, sigur Rógvi Kárason.  


FM í 10 kilometra renning:

1. Rógvi Kárason, 33.12.0
2. Hanus í Horni, 34:14.8
3. Oliver Granhøj, 35:02.4

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878