- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleirættað kríggj gerst meira vanligt
Fleirættað kríggj gerst meira vanligt
Tað er blivið alsamt meira vanligt, at álop verða framd á kritiskan infrastruktur, uttan at ein veit við vissu, hvør hevur framt álopið
25.10.2022 - 17:47
Tað sigur André Ken Jakobsson, ið granskar í hybridkríggi. Hann heldur, at Føroyar eiga at halda eitt vakið eyga við russiskum skipum í Føroyum.
Hybridkríggj, ið er ein grásona millum vanligt kríggj, har ein kennir mótstøðulandið, og har ein ikki veit, hvør fremur atgerðirnar.
Í londunum rundan um okkum eru fleiri dømir um álop á kritiskan infrastruktur.
André Ken Jacobsson sigur, at tað er torført at meta um, hvussu stór hóttanin er móti Føroyum, men møguleikin fyri einum álopi er til staðar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV