Fyrsti el-rikni alibátur latin Bakkafrosti

Fyrsti el-rikni alibátur latin Bakkafrosti
VIDEO & MYNDIR: Á hátíðarhaldi í Mest fyrrpartin vórðu lyklarnir til fyrstu el-riknu tvíkiljuna handaðir Bakkafrosti. Báturin er tann fyrsti av sínum slag
15.09.2022 - 12:50

Skipasmiðjan MEST handaði í dag Bakkafrosti lyklarnar til nýggja el-rikna alibátin, Grønarók. 

Báturin er tann fyrsti av sínum slag.

"Tað er ein stórur dagur," sigur Regin Jakobsen, stjóri á Bakkafrosti, tá hann tók ímóti lyklunum til fyrsta el-rikna alibátin í landinum. 

 

Ein roynd at finna grønar loysnir

Talan er um ein tvíkilju, ið hevur kostað 15 milliónir krónur.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur saman við Føroya Landsstýri rindað fýra milliónir krónur av verkætlanini, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir í fjarskotnum økjum. 

 

Regin lovar einki

Stjórin á Bakkafrosti vil ikki lova, at hann fer at bíleggja fleiri slíkar bátar alt fyri eitt, tí tøknin er framvegis í menning. 

Hóast lutfalsliga høga kostnaðin fyri nýggja bátin, so er Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sannførdur um, at alifyritøkurnar skjótt fara at síggja fyrimunirnar við el-riknu alibátunum á botnlinjuni.

Battaríini umborð á Grønurók viga samanlang seks tons, og motororkan er 250 kilowatt. 

"Seinastu dagarnar hava tey hjá MEST royndarsiglt bátin, og battaríini skulu halda upp til tólv tímar," sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST. 

 

Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni vónar, at dagurin í dag er byrjanin til, at allir alibátar um nøkur ár vera el-riknir.

 

Bakkafrost fer ikki at bíleggja fleiri el-riknar enn. Sí meira her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737