MT Højgaard dregur Landsverk í gerðarættin

MT Højgaard dregur Landsverk í gerðarættin
Kravið hjá MT Højgaard er 35 milliónir krónur fyri arbeiði í H-Bygninginum, sum Landsverk ikki vil gjalda fyri.
02.09.2022 - 18:35

Stjórin í MT Højgaard Føroyar, Sven Mortensen, hevur mist tolið við Landsverki. Drúgva trætan um milliónarokningar endar nú sum gerðarrættarmál. Sambært stjóranum fær MT Højgaard ongar pengar - ikki eingongd fyri tær rokningar, sum eru góðkendar av Landsverki. Sven Mortensen brúkar orðið orðið "likviditets-afpresning", tí Landsverk eftir hansara tykki við vilja heldur pengar aftur fyri rokningar, sum partarnir annars vóru samdir um. Samlaða kravið hjá MT Højgaard móti Landsverki er 35,5 milliónir krónur, íroknað mvg.

 

MT Højgaard er ikki einsamøll við krøvum fyri arbeiði í H-bygninginum. Húsavarðatænastan hevur ógoldnar fakturar fyri 4,4 milliónir krónur fyri loft, gólv og annað arbeiði, sum varð avhendað fyri einum ári síðani. Og Inventartænastan hevur 3,2 milliónir krónur til góðar fyri leyst innbúgv, sum er fakturerað í mars mánaða í ár.

Vit bjóðaðu Landsverki í sjónvarpsstovuna í kvøld. Men tey bera seg undan at svara spurningum um hetta málið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV