- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogbóltur: kósin skal haldast hóast byrjanin hevur verið hørð
Tað hevur verið júst so trupult, sum roknað var við frammanundan.
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum tapti allar fýra dystirnar í síni fyrstu undankapping yvirhøvur, men spælið og tølini eru batnað fyri hvønn dyst, og nú ræður um at halda kósina, siga bæði spælarar og venjarin, Jens Bang.
- Samanumtikið eru vit væl nøgdir, tí vit síggja, at vit hava ment okkum nógv og úrslitini eru blivin betur fyri hvønn dyst sigur Thorvald Danielsen, landsliðsspælari.
Føroyar taptu allar dystirnar í EM-undankappingini ímóti Estlandi og Belgia 3-0, men settúrslitini batnaðu munandi frá fyrsta dysti til hin síðsta ímóti Belgia um vikuskiftið. Besta úrslitið kom í síðsta settinum, sum endaði við 20-25 tapi.
- Kroppsliga eru vit blivnir betri við at venja meira frá juli og frammeftir, men sálarliga havi eg sæð eitt stórt lop, greiðir landsliðsvenjarin, Jens Bang, frá.
- Tí har vóru vit veikir í fyrstani. Vit tóku synd í okkum sjálvum, og kravdu ikki nóg mikið av okkum sjálvum. Nú seta spælararnir krøv til hvønn annan og til sín sjálvs, sigur venjarin.
Jens Bang sigur eisini, at føroyskir flogbóltsspælarar venja ov lítið úti í sínum feløgum.
- Nú skulu vit hava feløgini til at stuðla uppundir. Tað danska landsliðið hevði eisini tapt ímóti Belgia, men teir venja also fimm ferðir sum amatørar, ímeðan vit kanska venja tríggjar ferðir, sigur Jens Bang.
Enn er ikki vist, um Føroyar melda seg til undankapping næsta ár.
Føroyar taptu 3-0 ímóti Belgia um vikuskiftið, men settúrslitini vóru á góðari leið