- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sarah fer í fyrsta flokk
Sarah fer í fyrsta flokk
Sarah Langgaard er ein av 27 børnum, fødd uttan fyri danska kongaríkið, sum byrjar í fyrsta flokki í føroyska fólkaskúlanum
19.08.2022 - 18:23
Í gjár var fyrsti skúladagur, og kring landið fóru um 730 børn í fyrsta flokk. Tey flestu eru fødd og uppvaksin í Føroyum. Men sumi eru flutt til Føroya úr øðrum londum og frá øðrum mentanum. Ein teirra er Sarah Langgaard.
Fyrsta hálva árið av lívi sínum búði Sarah í Leirvík. Síðani hevur hon fyri tað mesta búð í Kambodja til hon fyri einum góðum ári síðani, flutti aftur til Føroya saman við foreldrum sínum. Nú byrjar hon í Leirvíkar Skúla.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV