Neyðugt at bóka fyri at fáa bil við

Neyðugt at bóka fyri at fáa bil við
Herjólvur III skal hava eina bókingarskipan, sum merkir, at neyðugt er at bóka ávísan túr, fyri at tryggja sær at fáa bilin við, tá ið Herjólfur skal avloysa Smyril
16.06.2022 - 18:19

Frakt-/ og avloysaraskipið fyri Smyril, Herjólf III, liggur á Skála, har hann er til 30 ára klassing. Ein rampa skal eisini gerast á hekkuni, soleiðis at bilar og farmur kunnu koyra umborð og í land.

Ymiskt annað verður eisini gjørt. 

Umleið hálvan juli fer Herjólfur í farmasigling um Suðuroyarfjørð, og frá hálvum august til fyrstu vikuna í oktober skal Herjólfur III røkja Suðuroyarsiglinginia, meðan Smyril er í dokk.

Tað fer at taka tveri tímar og trý korter at sigla um Suðuroyarfjørð.

Herjólf III er bara helvtina so langur sum Smyril, tvs. at hann er 70,5 metrar. Hann fer at taka 530 ella 450 ferðafólk, alt í mun til alduhæddina. Virkandi stjórin væntar tó ikki, at tað verður ofta, at ferðafólk hetta tíðarskeiðið, tá ið Smyril er í dokk, fara at standa eftir, tí at ikki verður pláss umborð.

Smyril tekur 200 persónbilar, meðan Herjólfur bara tekur 67. Tí verður tað her, at fløskuhálsurin verður. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962