Bjarki vann hálvmaraton

Bjarki vann hálvmaraton
Bjarki Johannessen, sum annars hevur stórar ætlanir á maratonteininum, rann ikki teir 42 kilometrarnar til Tórshavn Maraton. Í staðin vann hann í hálvum maraton
13.06.2022 - 17:44

Bjarki Johannessen rann ikki teir 42 kilometrarnar, tá Tórshavn Maraton var um vikuskiftið.

Fyri kortum rann hann maraton í Berlin, og tískil var ikki ráðiligt at fara undir lutfalsliga harða teinin úr Havn til Kaldbaks og aftur. 

Í staðin royndi hann seg í hálvum maraton.

 - Kroppurin er ikki ordiliga klárur til eitt maraton afturat enn, segði Bjarki Johannessen á málinum eftir renningina leygardagin.

 - Mann plagar at siga, at tú rennur tvey maraton um árið, eitt um várið og eitt um heystið, so eg meldaði meg til hálvmaraton í dag.

Eftir at hava dominera á ymiskum langteinum síðstu árini er toftamaðurin farin undir miðvísa maratonvenjing.

Ætlanin nú er at renna nakrar kappingar í Føroyum í summar - millum annað á Føroyaleikum - og síðan at renna eitt maraton í heyst, antin í Odense ella í Berlin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946