Special Olympics: endiliga aftur í kapping

Special Olympics: endiliga aftur í kapping
Føroysk ítróttarfólk hava verið á stórari Special Olympics-stevnu í Danmark. Fólk við menningartarni mennast í nógv av ítrótti, sigur ítróttarráðgevi hjá Parasport Føroyum
23.05.2022 - 18:12

Seks gull, fýra silvur og fimm bronsuheiðursmerki varð tað til, tá fleiri føroysk ítróttarfólk kappaðust á stórari Special Olympics-stevnu í Danmark um vikuskiftið.

Men tað snýr seg um so nógv meir enn heiðursmerkini.

 - Nú hevur korona avmarka okkum í tvey ár, og tey hava ikki havt nakra kapping at síggja fram til. Nú fingu tey so hendan møguleikan at vísa seg fram, og tey hava glett seg leingi, sigur Tróndur Ravnsfjall, sum er ítróttarráðgevi hjá Parasport Føroyar.

Ítróttur hevur nógv at siga fyri fólk við menningartarni, sigur ítróttarráðgevin.

 - Kanningar siga, at tey eru ikki eins aktiv, og tí er hetta ein góður møguleiki hjá teimum at vera aktiv, og tað hevur góða ávirkan á bæði kropsligu og sálarligu heilsuna hjá teimum, sigur Tróndur Ravnsfjall. 

Sofía Øregaard, sum gjørdi fimleik á stevnuni, er glað fyri stevnuna og ítrótt sum heild.

 - Tað hevur stóran týdning at merkja, at tú ert við í onkrum. Tú ert partur av onkrum, tað er stuttligt, gevandi og huglagið er gott, sigur hon.

 - Tú sært hvussu tey broytast, tá tey fara undir eitt nýtt venjingar- og kappingarár; ikki minst, tá tey koma til slíkar kappingar. Tú sært týðiligan mun, sigur Tróndur Ravnsfjall. 




 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981