Anna og Petur Sigurð eru føroyameistarar

Anna og Petur Sigurð eru føroyameistarar
Anna Steinberg vann føroyameistaraheitið í opna bólkinum við kvinnum og hjá monnum fór Petur Sigurð Johannesen avstað við enn einum gulli, tá FM-dagurin var um vikuskiftið
16.05.2022 - 16:06

Anna Steinberg og Petur Sigurð Johannesen fóru avstað við FM-heitunum í opnu bólkunum í judo, tá stóri FM-dagurin var um vikuskiftið.

Anna Steinberg vann á Fríðu Borgarlíð, meðan Petur Sigurð Johannesen vann á Jóan Peturi Petersen.

Fýra aðrir FM-vinnarar vórðu funnir

Fýra aðrar judofinalur vóru á stóra FM-degnum, sum judo skipar fyri saman við badminton og borðtennis.

Hjá kvinnuunglingunum vann Josefina Fjallsbak, Rúni Vang tók gullið hjá mansunglingunum, Bárður Lenvig vann heitið í lættvekt og Hans Jákup Glerfoss varð føroyameistari í Tungvekt.


Í miðdeplinum: Petur Sigurð Johannesen vann enn eitt føroyameistaraheitið í judo
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946