Blaðungur føroyameistari í borðtennis

Blaðungur føroyameistari í borðtennis
16 ára gamli Albert Wolfsberg vann FM í borðtennis við spennandi finalusigri á Fróða Jensen, meðan roynda Henrietta Nørr vann trygt á Marini Elisabet Poulsen
16.05.2022 - 16:06

16 ára gamli Albert Wolfsberg, sum er uppvaksin í Danmark, vann føroyameistaraheitið í einmansleiki í borðtennis, tá hann vann spennandi sjey-settara ímóti Fróða Jensen.

Henrietta Nørr vann trygt á verandi føroyameistaranum, bert 16 ára gomlu Marin Elisabet Poulsen, og fór avstað við FM-heitinum.

Fleiri FM-vinnarar

Fróði Jensen og Hallur Thorsteinsson vunnu FM í tvímansleiki við finalusigri á Alberti Wolfsberg og Ára F. Jensen.

Tvímansleikin hjá kvinnum vunnu teir báðir finalistarnir í einmansleiki, Marin Elisabet Poulsen og Henrietta Nørr, við sigri á Anju Wongwai og Britt Michelsen.

Hallur Thorsteinsson og Henrietta Nørr fóru avstað við blandaða tvímansleikinum. Tey vunnu finaluna á Fróða Jensen og Duritu Jensen. 

Henrietta Nørr vann also allar tríggjar borðtennisfinalurnar á stóra FM-degnum um vikuskiftið.


 Henrietta Nørr vann ikki færri enn trý gullheiðursmerki á stóra FM-degnum
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946