Feskir føroyameistarar í badminton

Feskir føroyameistarar í badminton
Miriam í Grótinum og Árant á Mýruni vunnu síni fyrstu føroyameistaraheiti í badminton, tá stóri FM-dagurin var í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið
16.05.2022 - 16:07

Miriam í Grótinum og Árant á Mýruni vunnu síni fyrstu føroyameistaraheiti í einmansleiki, tá stóri FM-dagurin var í Hoyvík um vikuskiftið. 

Miriam í Grótinum úr Havnar Badmintonfelag hitti Bjarnhild í Buð Justinussen úr Klaksvíkar Badmintonfelag og vann trygt í tveimum settum. 

Árant á Mýruni úr Miðvágs Badmintonfelag spældi ímóti Jónasi Djurhuus úr Havnar Badmintonfelag, og vágamaðurin vann 2-0 eftir eitt sera javnt 2. sett.

Fleiri FM-vinnarar funnir

Fai Yin Wong og 15 ára gamla Eira Asbjørnsdóttir Petersen úr HBF vunnu í blandaðum tvímansleiki, Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF endurvunnu heitið í tvímansleiki við kvinnum og Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen tóku gullið í tvímansleiki við monnum.

Gleði: Árant á Mýruni fegnast um FM-heitið saman við pápa sínum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946