
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Har er ein annar toftamaður, sum hevur verið øgiliga frammaliga í maraton.
Tað sigur sterkasti føroyski langteinarennarin í løtuni, Bjarki Johannessen, sum nú ætlar sær undir maratonrenning. Lítil ivi man vera um, hvør hesin toftamaðurin er.
Absalon Hansen staðfesti sína støðu í føroysku oyggjaleikasøguni, tá hann vann maratonrenningina á heimaasfalti í Føroyum í 1989.
Absalon Hansen, sum seinni eisini stóð seg væl í m.a. súkkling og bogaskjóting, eigur eisini føroyska maratonmetið. Tað er 2.27.53, og varð sett í Hamburg í 1988.
Nú bendir nógv á, at Bjarki Johannessen fer undir at lyfta maratonarvin á Toftum og í Føroyum.