- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóhan hevur góðar vónir
Føroyski høgri vongurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv, hevur góðar vónir undan EM-endaspælinum, sum verður í Ungarn og Slovakia komandi tíðina.
Danmark vann HM í Egyptalandi í fjør og í summar fingu danir silvur á Olympisku leikunum í Tokyo, men seinasta evropameistarakappingini endaði við vónbroti, tá tað ikki eydnaðist Danmark at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.
Hetta má ikki henda aftur, sigur Jóhan á Plógv.
- Málið er sjálvandi, at vit koma longri, enn vit komu síðst, og vónandi koma vit til eina hálvfinalu í fyrsta umgangi. Tað hevði ikki verið so galið at fingið okkurt metal heim, sigur Jóhan á Plógv Hansen.
Síðstu árini hevur føroyski vongurin fingið ein alsamt størri leiklut á danska landsliðnum. Tað liggur eisini í kortunum, nú kappingarneytin, Lasse Svan, spælir sítt síðsta endaspæl fyri Danmark.
- Málið er at hjálpa liðnum, og um tað er fimm minuttir ella hálvan tíma hvønn dyst, so skal eg vera klárur, sigur vongurin.
- Í OL spældi eg meira, enn eg havi gjørt fyrr, og tað var sjálvandi ólukksáliga deiligt, og eg hopi sjálvandi, at tað verður soleiðis hesa ferð eisini, sigur Jóhan á Plógv Hansen.
Danmark spælir fyrsta dystin í EM-endaspælinum hóskvøldið, tá Montenegro er mótstøðuliðið.