Italia og Lettland verða harðasta mótstøðan

Italia og Lettland verða harðasta mótstøðan
Luksemburg er veikasta liðið í bólkinum, Italia líkist Føroyum upp á nógvar mátar og Lettland hevur størsta profilin, sigur landsliðsvenjarin hjá hondbóltslandsliðnum
10.01.2022 - 19:01

Tvey tey ovastu liðini fara víðari til play-off dystir, tá føroyska hondbóltslandsliðið við monnum spælir HM-undankapping næsta vikuskifti.

Landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, metir, at Luksemburg er veikasta liðið í bólkinum, og at kappingin stendur ímillum Italia, Lettland og Føroyar.

Italia líkist Føroyum á nógvan hátt, eitt land, sum er á veg fram og hevur stórar hondbóltsambitiónir, meðan Lettland er meir etablera og hevur stóra spælaran, Dainis Krištopāns, sum umboðar franska stórfelagið, PSG, og eitt skifti var heimsins besti hondbóltsspælari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066