Helgi Abrahamsen ætlar at tosa Johan Dahl til rættis

Helgi Abrahamsen ætlar at tosa Johan Dahl til rættis
Johan Dahl kann ikki vera partur av Sambandsflokkinum og samstundis ikki vera partur av samgonguni, sum Sambandsflokkurin er í, heldur tingbólkaformaðurin
22.12.2021 - 17:00

Johan Dahl segði mánadagin, at hann er longur er partur av einari samgongu við Jenis av Rana og Miðflokkinum. 

Men Johan kann ikki bæði, also vera partur av Sambandsflokkinum, men ikki vera partur av samgonguni, sum Sambandsflokkurin er í. 

Tað heldur Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaðurin hjá Sambandsflokkinum.

Hann ætlar at tosa Johan Dahl til rættis, um samgongusamstarvið millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin heldur fram.

 

Johan Dahl stendur við sítt

Johan Dahl sigur í stuttari viðmerking, at hann stendur við tað, sum hann segði her í sjónvarpinum mánakvøldið.

Johan Dalh sær onga avbjóðing í at vera partur av Sambandsflokkinum, hóast hann ikki skal roknast sum partur av samgonguni, sum Sambandsflokkurin er í.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at samgonguflokkarnir umrøða politisku støðuna, og at flokkarnir eru sinnaðir at royna at finna stevið aftur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878