- Tíðindi, mentan og ítróttur
Team Klaksvík hyggur uppeftir
Hondbóltslagið norðanfyri var óvanliga gott undan ársins fyrsta heimdysti.
Team Klaksvík, sum tók ímóti StÍF, var í tí óvanligu støðu at vera oddalið eftir tríggjar spældar dystir.
Gongdin í felagnum hevur verið góð síðstu árini, og formaðurin, Óli á Gravarbø, letur væl at.
- Orsøkin er miðvíst arbeiði seinastu árini. Vit hava sett okkum mál, sum vit hava roynt at tikið á vegnum - ikki ov stór - og sett tey fólkini, sum skulu til, fyri at náa málunum, sigur Óli á Gravarbø.
Eitt av teimum fólkunum er venjarin hjá besta liðnum, Áki Mørk, sum hevur verið í Klaksvík síðan 2019.
Onnur lyklafólk eru útlendsku spælararnir, Vuk Stevanovic og Valentino Valentakovic, sum komu undan kappingarbyrjan í fjør, tá Team Klaksvík var sera nær við at spæla seg í hálvfinalurnar.
Seinni kom málverjin David Henigman afturat, og hann og unnustan gera eitt stórt arbeiði í barna- og ungdómshondbóltinum í felagnum.
- Tað gongur bara ein veg hjá børnunum, sigur formaðurin.
- Tað veksur við limum, og úrslitini eru ikki at kimsa at heldur, sigur hann.
Bæði formaðurin og venjarin leggja dent á, at føroysku spælararnir, sum hóast alt hava verið á liðnum mestsum øll árini, hava stórt rós uppiborið.
- Nakrir av okkara egnu hava verið við hvørt tað einasta eitt ár, síðan felagið varð stovnað. Tað hevur ikki altíð verið so stuttligt hjá teimum, men teir halda á og møta upp, tí teir trúgva upp á tað og vilja hondbóltin í Klaksvík, sigur Óli á Gravarbø.
Tað var lagt upp til eina hondbóltsveitslu í Badmintonhøllini sunnudagin, men strandingar vildu ikki vita av hesum og vunnu við trimum málum. Eitt skot fyri bógvin hjá Team Klaksvík, men málið er óbroytt.
- Tað er, sum spælarar hava sagt, at vit vilja fegnir gera tað betur enn í fjør, og so kunnu vit skjótt rokna út, hvat tað merkir, sigur Áki Mørk.
Og tað merkir í minsta lagi eitt pláss í hálvfinalunum.