Hondbóltskvinnurnar: skulu spæla ímóti stóru kanónunum

Hondbóltskvinnurnar: skulu spæla ímóti stóru kanónunum
Risastórar avbjóðingar standa fyri framman hjá hondbóltslandsliðnum hjá kvinnum. Rumenia úti og Danmark í høllini á Hálsi eru fyrstu dystirnir í nýggjari EM-undankapping
04.10.2021 - 14:09

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum fer nú undir EM-undankappingina.

Uppgávan er stór; Rumenia og Danmark eru fyrstu mótstøðuliðini, og í føroyska hópinum vita tey, at tveir harðir dystir standa fyri framman.

 - At fáa slíka mótstøðu vísir bara, at vit hava flutt okkum, og vit skulu menna okkum meir, sigur Finnur Hansson, hjálparvenjari.

 - Tað er trupult at spæla ímóti slíkum liðum, og hvørt mistak verður revsað við málið ímóti. Vit skulu spæla við disiplin, men vit mugu samstundis tora, sigur Turið Arge Samuelsen, sum hevur verið flúgvandi í føroysku kappingini higartil.

Vongurin, sum hevur spælt nógv á bakkinum í ár, heldur, at tær verða noyddar at seta sær smá mál.

 - Seinast vit spældu ímóti Rumenia, vóru vit frammanfyri í hálvleikinum. Tað er ein lítil sigur í sær sjálvum, sigur hon.

Í juni vann Føroyar innleiðandi undankapping við sigrum ímóti Ísrael og Finnlandi. Nú verður mótstøðan munandi størri.

 - Tú veit, at tú ert underdog í tílíkum dystum, har tú spælir ímóti elituni í hondbóltsheiminum, sigur hjálparvenjarin. 

 - Vit skulu hava disiplin og spæla øgiliga trygt, tí býtt skot og tekniskir feilir eru mál hinumegin beinanvegin, sigur Finnur Hansson.

Turið Arge Samuelsen er samd, men hon leggur afturat, at spæligleðin ikki skal gloymast ella goymast burtur. Serliga spent er hon til heimadystin á Hálsi ímóti Danmark.

 - Er tað ein fullsett høll, so minnir tað um eina finalu, og tað er ofta nóg mikið til, at tú spælir eitt vet betur. So tað hevur alt at siga at spæla heima og vónandi frammafyri nógvum áskoðarum, sigur Turið Arge Samuelsen.



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066