- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg hopi, eg komi inn og skori mál
John Frederiksen er á landsliðnum fyri fyrstu ferð.
Framherjin, sum ger vart við seg í SKU Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini, fegnast um at hava fingið møguleikan.
- Tað er deiligt. Ein ró og ein gleði innaní, og eg eri spentur upp á hesar dystirnar, sigur John Frederiksen, sum, hóast hann er góðar tveir metrar langur, er lutfalsliga ókendur í føroyska fótbóltslandslagnum.
Hann hevur tosað við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson, og nú snýr tað seg fyrst og fremst um at finna seg til rættis í hópinum. Stóri framherjin vónar kortini, at tað kann gerast enn betri.
- Eg hopi tað. Eg hopi eg sleppi inn. Eg hopi, eg komi inn og skori mál, sigur John Frederiksen.
Føroyar spæla ímóti Ísrael í kvøld, Danmark er mótstøðuliðið leygardagin og týsdagin vitjar Moldova á Tórsvølli.