- Tíðindi, mentan og ítróttur
Daniel Johansen: skundaði sær at tendra telefonljóðið
Seinnapartin í gjár spurdi unnustan hjá Daniel Johansen, um hann hevði hoyrt, at Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson, vinstru bakkarnir hjá føroyska landsliðnum, vóru endaðir í sóttarhaldi og tí ikki kundu spæla í komandi landsdystunum.
Tað hevði hann ikki, var svarið, men vinstri bakkurin hjá HB skundaði sær at tendra telefonljóðið, um nú onkur royndi at ringja. Hann skuldi ikki bíða leingi; tveir tímar seinni ringdi telefonin, og Daniel Johansen varð biðin um at møta á gistingarhúsinum.
Nú er hann einasti veruligi vinstri bakkurin í hópinum og er til reiðar at taka av, um landsliðsvenjarin gevur honum álit.
- Eg vóni, at eg fái spælitíð hesaferð og kanska at sleppa at byrja inni, men tað má venjarin gera av, sigur Daniel Johansen.