- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ingi tvífaldur føroyameistari á langteini
Ingi tvífaldur føroyameistari á langteini
Ingi Johannessen gjørdist um vikuskiftið tvífaldur føroyameistari í renning. Ungi toftamaðurin vann bæði á 5.000 og 10.000 metra teinunum
16.08.2021 - 16:40
Ingi Johannessen vann 5000 og 10000 metra renningina til føroyameistaraheitini í frælsum ítrótti.
Hann metti seg hava góðan møguleika at vinna renningina, tí fleiri avboð vóru. Millum annað var Bjarki Johannesen, sum hevur verið klárt besti langteinarennarin í Føroyum seinasta árið, ikki við vegna skaða.
Á báðum teinunum kappaðist Ingi Johannessen við teir báðar, Jaspur Højgaard og Súna Jacobsen.
5000 meturin var javnur, men Ingi Johannessen kom á mál smá fimm sekund frammanfyri Jaspur Højgaard. Á 10000 metra teininum var munurin størri.
Ingi Johannessen vann við tíðini 37:56.30, meðan Jaspur Højgaard vann silvur við 38:26.35.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV