
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pop up merkir at støkka upp, og tað er júst tað, ið KOKS nú ger í Tivoli í Keypmannahavn.
Heimskenda føroyska matstovan hevur gjørt eina støkk upp-matstovu í hjartanum av danska høvuðsstaðnum.
Yvir 3000 fólk hava longu bílagt borð á KOKS pop up í Tivoli, sum letur upp um vikuskiftið.
"Hetta er fyri gera okkurt stuttligt og øðrvísi eftir eitt friðarligt ár á KOKS í Føroyum," sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS.
Poul Andrias Ziska hevur tikið eitt kokkalið við sær til Keypmannahavnar at gera matin í KOKS pop up í Tivoli.
"Vit kunnu eisini læra nakað av at gera sovorðið," viðgongur kokkaúrmælingurin, ið hevur vunnið KOKS tvær Michelin-stjørnur.
KOKS pop up, sum heldur til í Det Japanske Tårn í Tivoli, fer at hava opið frá 16. juli til 4. september, og tey fara at borðreiða við bæði miðmála og døgurða.