Nógv vilja skjóta hjá Eysturskoti

Nógv vilja skjóta hjá Eysturskoti
Áhugin at skjóta við Eysturskoti í Leirvík veksur við rúkandi ferð. Tað varð staðfest til føðingardagskapping á nýggju skjótibreytini leygardagin
15.06.2021 - 09:50

Eysturskot hátíðarhelt um vikuskiftið fimm ára føðingardag við kapping á nýggju skjótibreytini í Leirvík.

18 skjúttar vóru við, samstundis sum 18 aðrir tóku lut í summarkapping við Norðskála. Høga luttakaratalið er mestsum óhoyrt í føroyskari skjóting.

 - Áhugin er øktur øgiligt, serliga eftir at breytin er latin upp í Leirvík, sigur Alex Johannesen úr Eysturskoti.

 - Vit hava venjingarkvøld, og tey eru fult 'bookaði', og tað er øgiliga stuttligt at síggja.

Finn Ludvig, sum vann kappingina í trap leygardagin, er veteranskjútti, og hann hevur eisini lagt merki til økta áhugan seinastu tíðina.

 - Vit hava ofta verið eini 10 skjúttar. Nú eru vit 18, og seinast vóru vit 34, og tað er heilt fantastiskt, sigur royndi skjúttin úr Byrsumúla. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946