Ítróttasambandið skipar íðkaranevnd

Ítróttasambandið skipar íðkaranevnd
Føroysk ítróttarfólk skulu hava størri ávirkan, sigur ÍSF, sum hevur skipað íðkaranevnd, hvørs forkvinna ella maður fær atkvøðurætt í starvsnevndini
01.06.2021 - 13:17

Føroysk ítróttarfólk skulu takast í størri álvara. 

Tað sigur Ítróttasamband Føroya, sum á aðalfundinum um vikuskiftið skipaði eina sokallaða íðkaranevnd. 

Nevndin verður vald í heyst, og forkvinnan ella maðurin fær sæti og atkvøðurætt í starvsnevndini hjá ÍSF.

 - Tað, at íðkararnir fáa sína egnu nevnd, at ein av íðkarunum kemur at sita til borðs til starvsnevndarfundir og hevur atkvøðurætt, tað vísir heilt klárt, at mann skal taka røddina hjá íðkaranum í álvara, sigur Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF.

 - Vit vilja fegin hoyra íðkararnar og geva teimum eina rødd, millum annað í avgerðunum, sum verða tiknar, sum viðvíkja teimum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946