Kurvabóltur fingið pláss millum tey stóru

Kurvabóltur fingið pláss millum tey stóru
Leygardagin tók føroyskur kurvarbóltur eitt stig inn í framtíðina, tá aðalfundurin hjá ÍSF samtykti, at Kurvabóltur í Føroyum skal verða sersamband
31.05.2021 - 13:40

Leygardagin fór føroyskur kurvabóltur frá at vera menningar- til  at vera sersamband.

Tað samtykti aðalfundurin hjá Ítróttasambandi Føroya um vikuskiftið. 

 - Vit fáa góðskustemplað onkursvegna. Vit verða góðtikin og upptikin sum eitt veruligt samband, sigur John E. Thomsen úr Kurvabólti í Føroyum.

Fyri nøkrum árum síðan fór ÍSF til núverandi skipanina við menningarsambondum, og føroyskur kurvabóltur gjørdist menningarsamband fyri seks árum síðan. Eftir hetta hevur pílurin bert peika ein veg.

 - Limatalið er vaksið og vaksið, hóast vit ikki hava lýst stórvegis við kurvabólti, og tað kunnu vit bara gleðast um, leggur hann afturat.

 - Kurvabóltur hevur havt eina fantastiska gongd frá at vera eitt ella tvey feløg til nú at vera fimm. Tey hava kapping fyri bæði kvinnur og menn og so hava tey so nógv ung, sum vilja spæla kurvabólt, at tey vita ikki, hvat tey skulu gera við øll, sigur Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF.

Nýggja støðan sum sersamband gevur føroyskum kurvabólti nýggjar møguleikar. Nú verður millum annað farið undir at útbúgva tey mongu hjálparfólkini til venjarar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946