- Tíðindi, mentan og ítróttur
Farsóttarnevndin og Marita eru ársins leiðarar
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, varð kosin ársins leiðari hjá tí privata.
Í grundgevingini varð millum annað sagt, at hon hevur verið virkin í almenna kjakinum á ein sakligan, dugnaligan og virkandi hátt.
Hon hugsar bæði stórt og smátt og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn.
Farsóttarnevndin við formanninum Michael Boolsen var kosin ársins almenni leiðari.
Dómsnevndin grundgav við, at nevndin tók ábyrgdina á seg, tá ið tørvurin var størstur og hevur skapt ró millum fólk í ófrættakendari tíð.
Í dómsnevndini vóru Søren Bruhn, sum er stjóri í Suðuroyar Sparikassa, Marjun Eystberg, stjóri í Input, og Halldis Joensen, sum er verkætlanarleiðari fyri Demensætlanina fyri Føroyar.