- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heldur heima enn á dagstovn
Foreldur at børnum, sum ganga á Miðstovninum í Havn eru ørkymlað um støðuna á stovninum. Sambært foreldrunum mangla bæði starvsfólk og játtan - og sum steinur oman á byrðu hevur leiðarin sagt seg úr starvi.
Sambært Búskaparráðnum mangla 89 fulltíðar starvsfólk á barnamenningar-økinum í Tórshavnar Kommunu, bara fyri at halda normeringina. Kommunan er tó ikki samd í, at tørvurin er so stórur. Eisini ásetir dagstovnalógin, at tveir triðingar av starvsfólkunum á dagstovnum skulu vera námsfrøðingar, og í mesta lagi ein triðingur hjálparfólk. Í dag er støðan júst tann øvugta.
Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, og Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn íTórshavnar Kommunu, vóru gestir í sjónvarpsstovuni.