Gunnar Nielsen: ein trupul uppgáva

Gunnar Nielsen: ein trupul uppgáva
Gunnar Nielsen, sum aftur vardi málið hjá føroyska landsliðnum í dystinu móti Moldova, væntar ein truplan dyst móti Eysturríki í kvøld
28.03.2021 - 16:09

Gunnar Nielsen fegnast um at hava fingið møguleikan í føroyska málinum aftur, eftir at hava sitið uttanfyri meginpartin av Nations League-kappingini í fjør. 

 - Tað størsta fyri meg er at spæla fyri føroyska landsliðið og umboða Føroyar, so tað var ein fantastisk kensla, sigur Gunnar Nielsen. 

Teitur Matras Gestsson varð valdur framum til málmansplássið í fjør, men nú hevur Gunnar Nielsen sannført venjararnar um, at hann eftur skal verða nummar eitt.

 - Venjaraparið og málmansvenjarin hildu, at Gunnar kanska var eina tonn frammanfyri hinar málverjarnar í venjingunum fram ímóti dystinum, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari.

Eitt heilt annað beist

Bæði málverjin og hjálparvenjarin eru væl nøgdir við at fáa stig við sær úr Moldova, og eru eisini samdir um, at dysturin ímóti Eysturríki verður øðrvísi.

 - Vit vita, at eysturríkar óivað ætla sær trý trygg stig, men vit hava sjálvandi aðrar ætlanir, sigur Gunnar Nielsen.

 - Hetta verður ein av teimum dystunum, sum vit kenna, har vit koma at standa nógv í verjustøðu. Vit skulu hava tol í verjupartinum, vit mugu ikki gerast ørkymlaðir, hóast vit ikki fáa bóltin.

 - Og tá vit fáa bóltin hevur tað týdning, at vit gera okkurt skilagott við hann, og tora at hótta hinvegin, tí annars kann tað gerast ein langur dystur, sigur føroyski málverjin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212