Eli Hentze: eysturríkarar koma at hava bóltin nógv

Eli Hentze: eysturríkarar koma at hava bóltin nógv
- Vit koma at vera væl meira í verjustøðu, enn vit hava verið í flestu dystunum hetta seinasta árið, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá Føroyum
28.03.2021 - 16:22

Tað fer at snúgva seg um at verja ímóti Eysturríki. Tað sigur hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, Eli Hentze.

 - Vit koma at vera væl meira í verjustøðu, enn vit hava verið í flestu dystunum hetta seinasta árið, sigur hjálparvenjarin.

Trupulleikar og møguleikar

Eli Hentze sigur, at Eysturríki er eitt álopskent lið við sterkum einstaklingum. Tað kann verða ein trupulleiki, men eisini geva føroyingunum møguleikar.

 - Eysturríki loypur á við nógvum fólki. Tað er ein styrki, men tað er samstundis eisini ein møguleiki, tí vit vita, at teir verja kanska ikki við so øgiliga nógvum fólki, sigur Eli Hentze.

 - So umstillingsspæl kemur at verða ein lykil hjá okkum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212