- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ byggir: á vøllinum og uttanfyri linjurnar
Tað hendir nógv í KÍ.
Mikkjal Thomassen ger hópin til reiðar til komandi kappingarár - tað sjeynda hjá venjaranum - og serliga í álopspartinum síggjast broytingar.
Tveir profilar eru farnir. Ole Erik Midtskogen (Dundalk FC) og Patrik Johannesen (Egersund) eru farnir uttanlands. Fýra fjøltáttaðir spælarar eru komnir í staðin.
Árni Frederiksberg (B36) og Jasper Van Der Heyden (AB) eru komnir úr øðrum føroyskum feløgum, meðan Ivar Rønning (Ranheim) og Bob Sumareh (Egersund) eru komnir úr Noreg.
Sambært Mikkjali Thomassen eru hesir spælarar, sum kunnu røkja fleiri av fremstu plássunum.
- Jóannes Bjartalíð hevur verið skapandi leikarin hjá okkum, tá vit hava skula skapt spælið, samstundis sum bakkarnir hava verið øgiliga virknir. Men nú fáa vit fleiri leikarar, sum kunnu leggja upp og hava tað, sum vit kalla ’x-factor’. Teir kunnu nakað í sær sjálvum, sigur Mikkjal Thomassen.
- Vit vilja hava kapping um plássini. Spælararnir, sum koma inn, eru spælarar, ið sum heild kunnu røkja fleiri pláss. Bob og Ivar kunnu røkja kantplássið, 8'araplássið og 10’araplássið, so teir eru ikki bara toppálopsleikarar. Tað gevur okkum breidd og smidleika, sigur KÍ-venjarin.
Nýtt skýli og nýggjan venjara
Uttanfyri linjurnar byggir KÍ eisini. Nýggja skýlið er við at verða liðugt, og tað fara bæði spælarar og áskoðarar at fáa ágóðan av í ár, sigur Mikkjal Thomassen.
- Tað er ótrúliga hugaligt í løtuni, tí vit eru flutt inn í tær nýggju umstøðurnar, vit eru farin inn í tær nýggju umstøðurnar fyri fyrstu ferð.
- Og vit síggja nú, at vit eru nær við at kunna kappast, eisini tá tað kemur til rammurnar, sigur Mikkjal Thomassen.
Ein onnur forvitnislig broyting við Djúpumýru er gjørd í venjaratoyminum. Felagið hevur sett 22 ára gomlu Elisabeth Vang í starv sum fysiskan venjara.
- Nú eri eg helst tann fyrsta kvinnan, sum er fysiskur venjari í mansdeildini, og eg havi hugsað eitt sindur um, hvussu tað fór at verða. Men tað hevur ikki verið stórt øðrvísi, og tað kennist natúrligt, sigur Elisabeth Vang.