- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filip kann nú spæla fyri Føroyar
Tá ið føroyska hondbóltslandsliðið í november fer at spæla undankappingardystir til EM-endaspælið í 2022, verður tað - helst - við einum nýggjum manni í hópinum.
Í 2011 flutti Filip Jojic úr Bosnia-Hersegovina til Føroya at spæla hondbólt. Her hevur hann búð síðan, og hann hevur í fleiri førum verið toppskjútti í bestu mansdeildini.
Fyri trimum vikum síðan fekk hann nøkur pappír í postkassan heima í Vestmanna: hann er nú eisini danskur ríkisborgari og kann umboða Føroyar á hondbóltslandsliðnum.
- Tað er ein stórur fyrimunur at duga føroyskt, um tú sum útlendingur skal finna teg til rættis í Føroyum, sigur 32 ára gamli Filip Jojic, ið hevur fingið sær trygdarskeið og á sumri í fjør tók prógv sum skipsatstøðingur á Sjónámi í Klaksvík.
Vit hittu Filip til eitt longri prát í Norðurlandahúsinum í dag.