- Tíðindi, mentan og ítróttur
Deyv kendu seg ikki vælkomin á ólavsøku
Deyv kendu seg ikki vælkomin á ólavsøku
Eingin teknmálstulkur var til almennu tiltøkini á ólavsøku í ár. Tað er ikki ein nøktandi støða, heldur Deyvafelag Føroya.
31.07.2020 - 20:00
Deyvafelag Føroya harmast um, at eingin teknmálstulking var á ólavsøku fyri fyrstu ferð í 25 ár.
Tað eru alt ov fáir teknmálstulkar til tey umleið 30 fólkini í Føroyum, sum eru deyv.
Tað er ein trupulleiki, sum var sjónligur á ólavsøku í ár.
Tulkatænastan var í fjør løgd undir Almannaverkið. Tað eru tey, sum veita tulk til samskifti til deyv og hoyritarnaði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV